04.06.2025

Trillibøruferðin

Í gjár var trillibøruferðin á vitjan í grunddeildini.

‘Við á trillibøruferð kring Norðurlond’ er ein barnaframførsla gjørd og framførd av Bergi og Lone. Bergur Fonsdal Johannesen er føroyingur ættaður av Skála og Lone Wernblad er danskari búgvandi í Kalundborg á Sælandi. Tey hava framført nógv ymsa staðni í Norðurlondum, harvið eisini í Føroyum. Tey høvdu pakkað trillibøruna, sum varð fylt við nógvum spennandi søgum, og komu tey eisini til okkara at vitja.