19.06.2025

Síðsti skúladagur, sangløta og rørsludagbøkurnar

Aftaná fríkorterið var sangløta á skrá. 
Tað er sum vant sera hugnaligt. Tað er gott at øll eru samlað til sang og annað eina lætu, áðrenn øll fara hvør til sítt alt summarið.

Í dag vóru rørsludagbøkurnar eisini á skrá og sum vant var lutakast millum øll tey, sum høvdu yvir 1000 stig. 
Rættuliga nógv børn vóru við í lutakastinum um góðar vinningar. Bæði børn og vaksin hava rørt seg nógv í vár. 

Vónandi fer summarfrítíðin eisini at geva nógva rørslu í kroppin fyri bæði stór og smá. 

Vit ynskja øllum eina góða summarferiu og gleða okkum at síggja øll aftur 13. august kl 8.00