16.09.2025
9. flokkur vitjar umborð á trolaranum Emerald
9. flokkur var í morgun og vitjaði umborð á trolaranum Emerald, sum liggur á Kollafirði. Tað var sjálvur skiparin Jákup Joensen, sum tók ímóti okkum og vísti runt í skipinum.
Hetta var eina sera forvitnislig og áhugaverd vitjan, sum næmingarnir fingu nógv burturúr, og sum møguliga ger tað, at onkrir av næmingunum fara at velja sjólívið sum starv. Í øllum førum hildu tey flestu, at vitjanin var bæði góð og spennandi.
Flokkurin og skúlin vilja takka Jákupi Joensen, at hann var so beinasamur at seta tíð av at taka ímóti okkum.












































