27.10.2025

Nærveruvikan – ein vika við minni skíggja og meira samveru.

Hesa vikuna fer skúlin at luttaka í Nærveruvikuni, sum Betri Trygging skipar fyri. Átakið hevur til endamáls at njóta løturnar saman við øðrum.

Nærveruvikan er partur av átakinum “SkíggjaSunn”, har dentur verður lagdur á, hvussu vit kunnu fáa eina betri javnvág millum skíggjanýtslu og veruliga nærveru. Kanningar vísa, at flestu føroyingar nýta skíggjar meira, enn teir vilja, og tí er hetta ein góður møguleiki at royna at tálma nýtsluni av skýggja - eisini hjá okkum øllum vaksnu.

Í Nærveruvikuni fara næmingar kring alt landið – eisini hjá okkum – at luttaka í ymiskum tiltøkum, sum styrkja samveru, spæli og trivnað. Betri Stuðul hevur latið spøl til skúlan, so vit kunnu hava tað stuttligt saman.

Endamálið er at minna okkum á, hvussu gott tað kann vera at vera saman og leggja tøkni frá okkum eina løtu.
Vit takka fyri spølini og gleða okkum at vera við – og at fáa eina viku við meiri nærveru og góðum felagsskapi.