30.10.2025
Pippi 80 ár
Í sambandi við, at Pippi Langstrømpe fyllir 80 ár í ár, hevði skúlin eina serliga uppliving fyri bæði børnum og vaksnum í morgun.
Signy, okkara varaskúlastjóri, hevði gjørt eina livandi og fangandi frásøgn um Pippi, sum helt sín 9 ára føðingardag — júst sum í søgunum hjá Astrid Lindgren.
Við spæli og hugnaligum frásøgnum varð Pippi vakt til lívs fyri næmingunum. Børnini flentu, lurtaðu spent og vóru sera hugtikin av tí livandi søguni og teimum stuttligu upplivingunum, sum Pippi kemur út fyri.
Vit takka Signy fyri eina góða og minniliga frásøgn.