10.11.2025

8. flokkur í havn til tiltakið “Yrkisleiðin”

Á hvørjum ári, verða vit boðin til at vera við til tiltakið "Yrkisleiðin", har næmingar í 8. flokki fáa innlit í ymisk yrki innan handverk. Tiltakið fer fram í Reinsarínum og umkringliggjandi hølum, har næmingarnir sleppa at hitta og hoyra frá yrkislærdum handverkarum.

Endamál við tiltakinum er at geva næmingunum møguleika at fáa innlit í, hvat tað vil siga at vera handverkari ella yrkislærdur. Tey fáa at hoyra beinleiðis frá fakfólkum, sum greiða frá sínum arbeiði og yrkisleiðum, soleiðis at næmingarnir kunnu fáa eina betri fatan av møguleikunum innan handverksútbúgvingar. Hetta er eisini ein møguleiki at kveikja kjak og áhuga millum næmingarnar fyri yrkisleiðum innan handverk. Eisini kann hetta tiltakið hjálpa næminginum í at taka avgerð um, hvar møguligt starvsvenjingarpláss kann koma at vera í næsta ár.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Havnar Handverksmeistarafelag og Vinnuhúsið, saman við Yrkisdeplinum og Tórshavnar kommunu.