19.12.2025

Rokning í grunddeildini

Hesa seinastu viku upp undir jólaferiuna, hava næmingar í grunddeild haft serligt fokus á rokning. Næmingar í 1. Flokki hava arbeitt í trimum verkstøðum, har tey hava gjørt ymisk mynstur, ymiskar uppgávur og máta ymiskar lutir á skúlanum. Eitt nú hava tey máta støddina á trapputrinnum og talt øll trapputinnuni í skúlanum, og tey eru ikki fá. Hetta hevur gingið sera væl. Ein næmingur segði tað so væl: mær dámar so væl at vera í verkstøðunum, tað ger meg glaðan. Næmingar í 2. og 3. flokki hava haft serligar uppgávur, sum taka støði í gerandisligum trupulleikum, eitt nú við pengum. Eisini hava tey spælt ymisk spøl. Umframt at bygt Lego, sum er eitt so sera hent amboð at hava til at læra rokning og roknifatan. Ein góð vika við rokniátøkum.