15.01.2026

9. fl. á skùlavitjan í Klaksvík

Í dag hava vit vitjað Sjónám, Ròtina (húsarhaldsskúlin) og TSK ( Tekniski skúlin í Klaksvík. Á Sjónámi, dugdu tey væl at greiða dreingjunum frá hvussu skúlin er skipaður. Albjørg, greiddi frá øllum tí spennandi skeiðsvirkseminum og vit mundu ikki sloppið avstað aftur! Á Rótini, var stuttligt at ganga og hyggja - ein spildur nýggjur skúli. Har læra tey ymiskt handaligt. Tá vit traðkaðu inn um dyrnar, høvdu tey gjørt enskan morgunmat. Á TSK hava tey ymiskar spennandi breytir, ið man eftir 1. skúlaár, kann seta saman eftir egnum áhugamálum. Næmingarnir løgdu fram á ymsu breytunum og eitt tey høvdu kannað, var hvussu nógvar Ecoli bakteriur eru í firðunum, har flestu av okkum njóta at dyppa. Vit fóru at skoyta og fingu okkum ein bita á Angus, áðrenn leiðin gekk heim til Kollafjarðar.