23.02.2026

Kunning um arbeiðið við inniluftini í skúlanum

Sum fleiri vita, er eitt arbeiði í gongd við at bøta um viðurskiftini við inniluftini í skúlanum. Í tí sambandi verða lekar tettir og teir partar umvældir uttan og innan, ið hava fingið skaða orsaka av lekunum.

Fundur var í síðstu viku í skúlanum millum skúla, bygningsdeildina hjá kommununi umframt fyritøkunui Inniklima.fo og Pál Weihe, serlækna.

Á fundinum var málið umrøtt sum heild og ítøkiligar ætlanir fyri næstu stigini at avgreiða málið skjótast til ber.

Fyrst er at vert at undirstrika, at tað er einki, ið bendir á, út frá teimum royndum, sum eru gjørdar, at inniluftin er so mikið dálkað, at tað er heilsuskaðiligt at virka í skúlanum ella pørtum av honum – hvørki hjá børnum ella vaksnum - hóast leki og avmarkaður soppavøkstur eru staðfest.

Tað er sostatt trygt at vera í skúlanum fyri bæði børn og vaksin.

Arbeiðið at loysa málið er farið í gongd, og hesi stig verða framd í næstum:

1. Tettan av skúlanum
Bygningsarbeiðið heldur fram í ávísum hølum. Bygningsdeildin ger eina neyva tíðarætlan fyri arbeiðið, sum eisini fevnir um at fáa ventilatiónsskipan á pláss. Møguligar broytingar í flokshølunum kunna verða neyðugar í arbeiðstíðini.

2. Heilsufakligar samrøður
Pál Weihe fer at tosa við starvsfólk og nøkur foreldur fyri at fáa eina heilsufakliga mynd. 

3. Útlufting
Fyri at tryggja góða inniluft, verður regluliga luftað út í skúlatíð. Hetta verður gjørt til ventilatiónsskipanin og umvælingarnar eru lidnar.

4. Kunningarfundur í seinnu hálvu í mars
Í seinnu hálvu av mars verður miðað eftir at hava kunnandi felagsfund við foreldur og starvsfólk. Á fundinum verður málið og tíðarætlan løgd fram, umframt at høvi verður at seta spurningar til skúla, kommunu og fakfólk.