27.03.2026

9. flokkur í Havn

Í samband við at tveir næmingar í 9. flokki vóru komnir í finaluna í roknikapping, kallað Pangea, fór flokkurin túr til Havnar sjálvan valdagin 26. mars.

Farið varð suður við býarbussinum um morgunin, soleiðis at vit vóru í Havn kl. 9.30. Á túrinum vórðu hesi støð vitjaði:

  • MEST-skipasmiðjan, har vit fingu rundvísing
  • Valstaðið í ítróttarhøllini á Hálsi, har Helena Dam á Neystabø greiddi frá um gongdina og uppgávurnar hjá einum valstaði
  • SEV-høvuðssætið, har næmingarnir fingu eina framløgu um uppgávurnar hjá SEV og gongdina við at umleggja el-framleiðsluna til grøna orku
  • Skúlan á Fløtum, har úrslitið frá roknikappingini varð kunngjørt. Úrslitið var, at okkara næmingar Jonn Bjarni og Hans Meinhard gjørdust ávíkavist nummar 3 og 5 - serstakliga flott!

Alt í alt var talan um ein sera góðan og læruríkan túr.