29.03.2026
SKÚLASTÝRIÐ: Felags foreldrafundur týskvøldið 7. apríl kl. 18.30
Týskvøldið eftir páskafrítíðina kl.18.30-20.00 bjóðar skúlastýrið til felags kunnandi fund við foreldur og starvsfólk skúlans.
Skráin fyri fundin er hon, at forfólkið fyrst gevur sína ársfrágreiðing, og síðani verður kunning um málið viðvíkjandi inniklima skúlans.
Endamálið er at kunna um málið sum heild, herímillum tær atgerðir, sum eru gjørdar, og í næstum fara at verða gjørdar.
Við til fundin verða umframt skúlastýrið og skúli, umboð fyri Bygningsdeildina hjá kommununi (leiðari og málsviðgeri), Pál Weyhe lækni og umboð fyri fyritøkuna Inniklima.fo, ið hevur tikið royndir og gjørt mátingar í skúlanum. Møguleiki verður at seta spurningar á fundinum.
Drekkamuður verður at fáa.
Vónandi verður uppmøtingin góð!