Landsroyndin fyri 4. og 6. flokk verður 14. til 17. apríl
Vanligur skúladagur er bæði áðrenn og eftir royndina.
Leiðreglur í samband við landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Nýtir næmingurin IntoWord, so er tað eisini loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow.
Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.