20.04.2026

Vallarabók í grunddeildini.

Í sambandi við átakið Føroyar lesa, hava næmingarnir í grunddeildini haft stóra gleði av átakinum Vallarabók. Eitt hugnaligt og læruríkt átak. Vallarabók er ein bók, sum ferðast frá næming til næming, frá lesara til lesara. Tá næmingarnir høvdu haft bókina í eina viku og vóru liðug at lesa, avleveraðu tey bókina til starvsfólkini, sum so funnu næsta lesara til vallarabókina. Eini 3-4 næmingar lósu somu bók. Meðan næmingarnir høvdu vallarabókina, høvdu teir møguleika til at skriva viðmerkingar til bókina, í einum hefti, sum fylgdi við. Næmingarnir hava verið sera hugtiknir og ernir av at sleppa at taka bøkurnar við heim. Mong hava glett seg nógv til sín túr og hava haft góðar upplivingar við at deila søgurnar við foreldur og systkin. “Eg lærdi, at mann ikki bara skal gev upp, og at tað er gott at hjálpa hvørjum øðrum.” , skrivaði ein næmingur um bókina Hin horvni dýrgripurin. “Eg haldi at tað var spennandi at hon slapp at ferðast um allan heim.”, skrivaði ein næmingum um bókina Vígdis, bókum um fyrst kvinnuforsetan. “Tað var so skeg.”, skrivar ein næmingur um bókina Dinosauravinir – skattaveiðan. Átakið hevur ikki bara styrkt lesiførleikan, men eisini samstarvið millum heim og skúla. Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna frá heimunum og gleða okkum at halda fram við líknandi átøkum framyvir.