06.05.2026

8. flokkur á námsferð

Áðrenn middag í dag (5.mai) møttu 10 spentir næmingar á farstøðini í Havn á veg á námsferð við Norrønu til Seyđisfjarðar/Egilstaðir. Við vóru Iris og Jákup sum lærarar. Vit vóru øll sera væl móttikin umborð, og skjótt funnu næmingarnir seg til rættis. Norrøna loysti kl. 13.00. Á veg norður gjøgnum Djúpini, uml. kl. 13.30, fingu vit okkum ein bita á kafeini, matarskráin var pitsa við onkrum drekkandi afturvið. Vit høvdu ikki siglt leingi, tá tað ljòðaði í hátalarunum umborð: "Persónlig boð til Jákup Dam. Verður biðin at seta seg í samband við móttøkuna á hædd 5". Boðini vóru tíbetur góð, tí tey høvdu eitt yvirraskilsi at bjóða okkum sum bólki. Klokkan 17.00 møttu næmingarnir saman við undirhaldaranum umborð til eina kapping at gita orð út frá myndum. Gentur móti dreingjum. Genturnar drógu longra strái í hesi kappingini og vunnu hvør sína tveir drykkir í part á barrunum umborð (sjálvandi rúsdrekkafrítt). Klokkan 18.00 ótu vit kvøldarbuffet við øllum tilhoyri og væl gagnaðist. Seinni fóru næmingarnir í heitu pottarnar at hugna sær. Kl. 23.30 fóru næmingarnir í koyggjurnar. Tíðliga upp í morgin og nógv er á skránni. Vit leggja at kl. 09.00 ì morginárini.