08.05.2026

Dagur 3 í Íslandi

Í morgun sluppu vit at sova eitt sindur longri. Kl. 11.15 fóru vit í bussin, áveg til Vök. Har hugnaðu vit okkum í tveir tímar. Kalt er úti, men deiliga heitt í hyljunum. Síðani gekk leiðin til Egilstaðir at hyggja og møguliga keypa okkurt. Kl. 15.30 fóru vit í bussin og beint í høllina at spæla landsliðsdyst móti Íslandi - og vit vunnu. So heim at eta at og báturin er longu farin avstað! Alt hevur gingið sera væl. Síggjast í morgin.