20.07.2026
Skúlamjólk
Nú ber til at bíleggja skúlamjólk til komandi skúlaár. Tekning er fyri alt skúlaárið, tvs frá seinast í august, til summarferiuna.
Vinarliga gjaldið á konto 9181 - 142.612.7 og viðmerkið navn og flokk og hvørjar dagar, barnið skal hava mjólk. Tað kann taka nakrar dagar, frá tí, at tit hava goldið fyri mjólkina, til barnið kemur inn í skipanina.
Gjaldið fyri skúlaárið 2026/2027 fyri hvørt barnið er:
3 dagar um vikuna: kr 300 um árið 4 dagar um vikuna: kr 400 um árið 5 dagar um vikuna: kr 500 um árið
Um tit bíleggja mjólk aftaná 1. sept, verða tit biðin um at senda okkum eina fráboðan á kol@skulin.fo, so vit fáa fylgt tí upp.