26.06.2019
Prógvhandan 2019
Á samkomu í gjár fingu næmingarnir í 9. flokki prógv. Hetta var ein hugnalig og góð løta, har Jón Højsted, skúlastjóri helt røðu fyri næmingunum og tók eitt sindur saman um teirra tíð her á staðnum. Hann gav teimum eisini nøkur góð ráð við á vegnum, nú tey skulu víðari á lívsleiðini. Ronja í Homrum, næmingaumboð, helt eisini eina stuttliga og góða røðu, sum segði eitt sindur um teirra uppliving av tíðini sum næmingar. Skúlin takkar fyri tíðina og ynskir árgangi 2010 alt tað besta framyvir. - og sum Jón segði: Tit eru altíð vælkomin aftur at vitja okkum.