21.09.2022

Brandvenjing í skúlanum í morgun

Einaferð um árið er brandvenjing í skúlanum. Børnini og tey vaksnu læra, hvussu tey skulu bera seg at, um eldur skuldi komið í skúlan. Øki inni í skúlanum verða fylt við royki og nakrir næmingar "verða skaddir", sum brandmenninir skulu finna og hjálpa út úr "brennandi" skúlanum. Lærarar skulu síðani hjálpa næmingunum og geva teimum 1. hjálp. Ímeðan hetta fer fram, er ein 1. hjálp-undirvísari komin at eygleiða lærararnar, um rætt verður borið at. Øll venjingin verður eftirmett aftaná saman við brandmonnum o.ø.