19.09.2019

Rennidagurin 2019

Um viðrar, verður árligi rennidagurin hjá skúlanum í morgin fríggjadagin 20. sept. Veðrið sær út til at fara at vera hampiliga gott í morgin – turt og 5 til 10 m/s av útsynningi.

Tí er ætlanin at vit fara at hava skúlarenningina aftaná 3. tíma, tvs. frá kl. 10.35.

Vanlig skúlagongd er sum vant 1.- 3. tíma, og tí skulu næmingarnir eisini hava skúlataskuna við sær í skúla í morgin og harumframt verða klødd at fara at renna.

Skúlin bjóðar frukt, tá ið rennararnir eru aftur komnir.

Viðrar ikki, verður vanlig skúlagongd allan dagin.