26.09.2019

3. flokkur tekur epli upp.

Mikudagin 25. sept. fór 3. flokkur niðan í veltuna at taka tann partin av eplunum upp, sum tey settu niður í juni. Fruktin var heilt góð. Undir onkrum flagi taldu tey upp í 40 epli, og tað var ikki bara ertrar. Hetta gjørdi tey sera spent, og áðrenn tey vistu av, høvdu tey tikið fleiri røð upp, enn tey settu niður. Stuttligt, tá tað gongur so væl. Sera røsk børn. Tey dugdu væl at leggja fløgini aftur, so veltan sær vøkur út aftaná. Tey fingu øll ein posa av eplum við sær til hús.