29.09.2019

Evnisvikan Samfelagið

Í morgin, 30. septembur, byrjar evnisvikan í skúlanum. Evnið er Samfelagið.

Næmingarnir eru býttir í bólkar, og vit eru spent at fara í gongd. Hesar dagarnar er skúladagurin liðugur kl. 12.35.

Hesa vikuna skapa vit okkara egna samfelag í skúlanum, har vit hava fyritøkur og stovnar, sum framleiða vørur og tænastur av ymsum slagi. Í fyritøkunum fara næmingarnir og starvsfólkini í skúlanum at arbeiða alla vikuna. Eins og tað er í tí “rættiliga” samfelagnum, fáa tey, ið arbeiða, pengar fyri stríðið, sum tey so kunnu brúka í skúlasamfelagnum hesa vikuna.