10.10.2019

6. flokkur túr við Draganum

Tórshavnar Kommuna bjóðar á hvørjum ári 6. flokkunum í skúlunum í kommununi at vera við í eini fiskikapping. Sjálvandi tóku vit av tilboðnum.

Vanliga verður farið við Westward Ho, men av tí at Westward Ho hevur havt maskinbrek, sluppu vit, eftir at túrurin fleiri ferðir varð útsettur, loksins við Draganum úr Klaksvík.

Hósdagin 19. sept. fóru vit vælmannað avstað. Nógv foreldur og eisini onkur abbi vóru við á túrinum, og gott varð tað, tí vit høvdu úr at gera at draga, fingu 164 fiskar. Tað mesta var hýsa, men nakrir stórir toskar vóru eisini ímillum.

Størsta toskin á 82 cm. og 6 kg. fekk Mattias, sum eisini hevði føðingardag henda dagin, so tað varð ein stuttlig føðingardagsgáva.

Manningin umborð á Draganum rósti 6. flokki, røsk børn, ein fragd at hava tey umborð, søgdu teir.

Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, høvdu vit ein sera góðan túr, sum vit eru so væl nøgd við.

Sum sagt, var hetta ein fiskikapping, og hava vit leingi bíða eftir at fáa endaliga úrslitið. Loksins kom tað so, og VIT VUNNU.

Nú hava vit so fingið steypið handað.

Stóra tøkk fyri ein ógloymandi túr, og takk fyri góðu hjálpina.

Heilsan 6. flokkur.