30.10.2019

5. flokkur flettir

Sum vanligur siður er, hevur 5. flokkur flett tvey lomb, eitt gimbur og eitt veðurlamb. Hetta var gjørt við góðari hjálp frá flokslæraranum Erlu, skúlastjóranum Jón og húsavørðinum Hannusi. Fleiri teirra vildu sleppa royna at tumma og vórðu tey sera hugagóð. Vit gleða okkum til byrjanina av komandi árið, tá ið vit fara at eta ræst kjøt og annað av seyði, saman við foreldrinum.