12.12.2019

Í DAG frá kl 16-18 Børn hjálpa børnum.

Tað er í dag, at børnini í miðdeildini fara at selja smákøkur og annað, sum tey sjálvi hava gjørt, við handilin hjá CAJ ( eisini kendur sum "hjá Børga") Tey hava verið ófør at arbeitt seinastu dagarnar og vóna tey at selja nógv, so tey kunnu gera ein mun hjá børnum í Kenya, sum onki eiga. Um tað ikki liggur fyri at keypa ásettu tíð, ber eisini til at stuðla, við at flyta pengar á konto hjá skúlanum 9181 1426127, sum síðani verður fluttur til felagsskapin NLA. Um tit ynskja at vita meira um, hvar stuðulspengarnir fara, kunnu tit fara á facebook síðuna hjá New Life Africa International.