16.12.2019

Takk fyri stuðulin

Hósdagin skipaði miðdeildin fyri stuðulstiltaki, har tey seldu smákøkur og lutir, sum tey sjálvi høvdu gjørt.

Inn komu 4.820,50 kr.

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin, sum fer óskerdur til hjálpararbeiði hjá Susanne og Leif Madsen - NLA í Kenya.