18.12.2019

Jólaframførsla

Í næstan allan dag, hava hesi røsku børnini verið til arbeiðis. Tey høvdu eina framførslu í morgun - og seinnapartin hava tey havt tvær framførslur.

Tey hava millum annað spælt sjónleik, sungi og gingið 10 ljós.

Nógv fólk hava verið til framførslurnar.

Aftaná vóru øll boðin til ein góðan kaffimunn.

Í morgin kunnu tey sova leingi, tí tá skulu tey ikki møta í skúlanum fyrr enn kl 15.15, tá jólafestin byrjar og har verður eisini okkurt spennandi á skránni.