27.01.2020

8. flokkur til ferðsludag

Á hvørjum ári skipar Ráðið fyri ferðslutrygd fyri ferðsludegi. Hetta var ein læruríkur dagur, har vit hoyrdu um, hvussu vit skulu bera okkum at í ferðsluni, so vit ikki fáa skaða ella koma at skaða onnur. Vit hoyrdu nógv um, hvussu týdningarmikið tað er at brúka trygdarbelti og hjálm. Vit sluppu eisini at royna brillur við serligum gløsum. Hesar brillur vístu okkum, at tað er ógjørligt at meta rætt um frástøðu, tá ið tú hevur drukkið alkohol.