05.02.2020

Veitsla í miðdeildini

Hóskvøldið 30. januar 2020 varð skipað fyri slúkaveitslu í miðdeildini.

Flokkarnir høvdu gjørt nógv burturúr at pynta hølini, so tað føldist rættiliga hátíðarliga, tá ið vit møttu til veitsluna.

Næmingarnir høvdu hvønn sín rætt við, og tí var ovmikið at velja í millum. Og væl smakkaði! Undir borðhaldinum bleiv sungið, eins og okkurt undirhald eisini var á skránni.

Tá ið borðhaldið var av, fóru vit út í miðhøllina at dansa jenka og limbo. Vit endaðu við at hoyra nakrar krønikur, áðrenn vit fóru til hús kl. 21.00. Ein FRÁLÍK VEITSLA vóru flest øll samd um.