13.03.2020

Skúlagongdin niðurløgd

 

Frá mánadegnum 16. mars og fyribils í 2 vikur verður eingin skúlagongd í skúlanum. Sum kunnugt er hetta sett í verk at fyribyrgja óneyðuga smittu av corona virus.

Vanliga skúlaskipanin er tískil niðurløgd, men skúlarnir eru bidnir um at royna at skipa so fyri, at undirvísingin kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og serliga hjá teimum, sum skulu til próvtøku. Tí fara næmingarnir – í størri og minni mun – at fáa arbeiðssetning at gera hesa tíðina, teir eru heima.

Skúlunum er álagt at hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda er at hava opið frá kl. 8.00 til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.

Fimleikahøll skúlans og svimjihøllin eru eisini stongd hetta tíðarskeiðið.

Eru spurningar til skúlan í hesum tíðarskeiði, eru avvarðandi altíð vælkomin at ringja á hesi telefon nummur:

  • Skúlastjórin:           21 14 87
  • Varaskúlastjórin:    22 14 07
  • Heilsufrøðingurin:  56 23 57
  • Húsavørðurin:        28 14 07