16.03.2020

Dagsins avbjóðing - "Vinir"

  • Trýst á myndina, so hon gerst størri

Til øll, sum hava hug, at luttaka í dagsins avbjóðing:

Avbjóðingin er, at børnini koma við síni egnu tulking av sanginum "Vinir" hjá Súsannu Tórgarð. Børnini kenna væl sangin, sum vit ofta syngja í sangløtum og til morgunsang.

Børnini kunnu spæla hann á okkurt ljóðføri, so sum ukulele, klaver, guitar ella annað.

Tey kunnu skriva eina søgu, gera eina teknirøð ella okkurt heilt annað til sangin.

Tey kunnu eisini byggja søguna við Lego og gera ein film á t.d appini Stopmotion.

Um børnini ynskja at leggja søgur, tekningar, filmar ella annað, sum tey hava gjørt, út á heimasíðuna ella á facebooksíðuna hjá skúlanum, kunnu foreldrini senda okkum tilfarið. So leggja vit tað út.

Sendið tilfarið til kol@skulin.fo ella á messenger til Liljan Jacobsen.