12.05.2020

Túrur niðan á Ennið

Ta fyrstu vikuna, vit komu aftur í skúla aftan á koronafrí, var veðrið so sera gott.

Mikudagin 22.04. fóru vit ein túr niðan á Ennið við 1., 2. og 3. flokki.

Hetta var ein deiligur túrur. Einastandandi vakurt útsýnið yvir bygdina. Vit gingu yvir eftir Urðarhjalla til fransatoftirnar og fingu søguna um sjórænarar í gomlum døgum.

Síðan fóru vit omanaftur sama veg, og tað gekk eitt sindur skjótari enn niðan.