12.05.2020

Vatnkríggj í skúlagarðinum

Veðrið hevði verið so avbera gott alla vikuna, so vit hildu, at tað var passaligt at enda við einum vatnkríggi í skúlagarðinum fríggjadagin 24.04.

Tey høvdu fingið boð um at hava skiftiklæði og handklæði við í skúla. Men gakk, har var skýggjað luft og eingin sól, og tað var nokk so kalt. Tað steðgaði kortini ikki okkara røsku børnum. Nú høvdu tey glett seg til vatnkríggj, so tað var bara at herja á.

Myndirnar vísa, hvussu væl tað riggaði. Tey gjørdust, ið hvussu so er, vát! Og lagið var gott.