15.06.2020

1., 2. og 3. flokkur á seturskúla í Hósvík

Hósmorgunin 11. juni fóru allir tríggir flokkarnir til Hósvíkar. Fyrst fóru vit hagatúr, og tá vit komu omanaftur, fingu vit kakao og bollar. Um kvøldið høvdu við bjóðað øllum foreldrunum norður til grillaðar pylsur. Har komu næstan øll og nøkur systkin eisini. Veðrið var sera gott, og tað var so hugnaligt. Aftaná fóru 1. og 2. flokkur til hús við foreldrunum, men 3. flokkur var eftir, tí tey skuldu sova í Hósvík. Korona loyvdi okkum ikki at gista við meira enn einum flokki. Tá vit høvdu ruddað morgunin eftir og etið morgunmat, fóru øll oman á sandin ein túr, og kl. 11.30 kom bussurin eftir okkum.