19.08.2020

Kunning um Korona

Í samband við, at tveir av lærarum skúlans eru staðfestir at vera smittaðir við Korona (Covid-19), vil skúlin við hesum kunna næmingar, foreldur og onnur avvarðandi um, at viðkomandi starvsfólk eru staðfest sjúk ella hava verið í sóttarhaldi innan skúlagongdin byrjaði.

Smittaðu starvsfólkini, hava slettis ikki verið til arbeiðis í skúlanum ella verið saman við øðrum starvsfólkum á skúlanum hetta tíðarskeiðið, smittan varð staðfest hjá teimum báðum, og tískil er ikki vandi fyri, at aðrir lærarar ella næmingar á skúlanum eru vorðnir smittaðir av hesum báðum, ið eru rakt av Korona.

Skúlin tekur sjálvandi smittuvandan í álvara og fylgir teimum ásetingum og vegleiðingum frá myndugleikunum, ið galda, so sum flokseinsemi og at so fáir lærarar sum gjørligt eru um ymsu flokkarnar umframt at reinføri sum heild verður raðfest.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Jón Højsted, skúlastjóra á tlf. nr. 30 25 53 ella 21 14 87.