28.08.2020

5. flokkur arbeiðir við geometri. Spegla, snara og flyta

Á vegginum í flokkinum er ein mynd av Kollafirði, har tað er frámerkt, hvar næmingarnir búgva, navn á gøtuni og nummar á húsinum. Føðidato hjá næmingunum er eisini við. Á næstu talvuni eru orð frá í gjár, tá vit arbeiddu vid samheitis orðum /synonym orð. T.d. forvitnast - sneyta. Næmingarnir hugnadu sær vid onkrum gódum frá Natasju, sum hevdi fødingardag. Vit spældu borðspøl. Í rokning arbeiddu vit við mynstri, har vit vandu hugtøkini symmetri/spegla, flyta og snara í geometri. Næmingarnir hongdu dømi á talvuna. Vit fóru eisini oman á bókasavnið og niðan á vøllin, har tey brúktu kroppin at gera dømi um flyting, snaring, symmetri/spegling og at bróta symmetriina.