09.10.2020

Fletting

Beint fyri heystfrítíðina fletti 5. flokkur tvey lomb, eitt gimburlamb og eitt veðurlamb. Hannus og Jón vóru flettingarmenn. Teir lærdu okkum at tumma og fortaldu okkum ymiskt um seyð, meðan teir flettu. Hetta var ein góður dagur. Seinni í heyst fara vit at gera matin til og hugna okkum.