28.10.2020

Ein vakur heystardagur. 3. og 5. flokkur taka epli upp

3. flokkur og 5. flokkur tóku tey seinastu eplini upp úr veltuni hjá skúlanum. Í vár settu vit niður, og vit vóru spent, hvusu nógv fór at verða undir. Vit blivu ikki skuffað, tí har var ein rúgva av eplum, bæði hvít og reyð, og nøkur vóru heilt stór. Øll fingu eitt sindur av eplum heim við. 5. flokkur fer seinni at hava hugnakvøld, har tey fara at eta ræst kjøt og annað av lambinum, sum tey flettu í heyst. Tá fara tey eisini at eta epli úr teirra egnu eplaveltu.