19.11.2020

Listaleypurin vitjar 6. flokk

6. flokkur hevur havt vitjan av Listaleypinum. Hesaferð var evnið: nýmótans endurnýtsluklæðir. Undirvísari var Frida Poulsen, sum er útlærd sniðgevi og hevur arbeitt í Italia hjá stórum kendum nøvnum innan mótaheimin. Undirvísingin var í 2 dagar, og vórðu tað tveir sera læruríkir dagar. Næmingarnir vórðu sera hugagóðir, og fingu øll gjørt okkurt. Myndirnar tala fyri seg.