14.12.2020

Næmingar framføra

5. flokkur hevur spælt sjónleikin Rósa lítla fyri foreldrum, systkjum, ommum og abbum. Vegna korona sluppu vit ikki at framføra fyri allari bygdini. Tað er keðiligt, tí tað plagar at vera eitt hugnaligt og stuttligt kvøld. Sostatt vóru tað bara avvarðandi hjá næmingunum í 5. flokki, ið sóu leikin. Sjónleikurin varð eisini framførdur fyri skúlanæmingunum. Harafturat framførdu næmingar í hinum flokkunum ymiskt. 1. og 2. flokkur sang jólasangir. 3. flokkur gekk 10 ljós. 4. flokkur las jólaevangeliið og 6. flokkur dansaði. Rósa lítla er ein ævintýrleikur, har prinsessan eftir nógv stríð fær sín prins, og alt endar væl. Laila av Reyni hevur seymað vakrar og sera flottar búnar til allar sjónleikararnar, og tað eru vit sera glað fyri.