20.12.2020

Jólafest í miðdeildini

Vit byrjaðu dagin í floksstovunum, har vit hugnaðu okkum við jólakalendara og spældu okkurt spæl.

Áðrenn fríkorterið fingu øll fransbreyð við osti og skinku, sum var hitað í ovninum. Aftan á fríkorterið spældu vit pakkaspæl úti í miðhøllini, hoyrdu eina søgu um hjálpsemi og sungu nakrar jólasangir.

Síðan fóru vit inn aftur í floksstovurnar at eta mandlugreyt.

Stutt áðrenn vit fóru til hús, komu jólamenninir við jólapakkum til øll.