03.02.2021

6. flokkur á Listasavninum og á skipasmiðjuni Mest

6. flokkur hevur verið á Listasavninum til framsýningina "Havið" Hetta var ein spennandi framsýning, har vit sóu nógvar málningar og verk, sum hava samband við havið. Á Listasavninum ótu vit matpakkan og síðan gingu vit út á skipasmiðjuna Mest. Har fingu vit rundvísing og sóu, hvussu skip verða teknað í telduni, og hvussu skip verða umvæld og kannað, so tey alla tíðina eru trygg at sigla við. Hetta var ein góður dagur, har vit lærdu nógv nýtt og spennandi.