26.03.2021

Roknikapping á bókasavninum og sangløta

Vit hava havt roknikapping á bókasavninum. Birgit, sum er støddfrøðivegleiðari, skipaði fyri. Her vóru nógv sløg av rokniuppgávum, og ein rúgva av uppgávum blivu loystar hesar dagarnar. Áðrenn vit fóru í páskafrí, høvdu vit sangløtu, og tá var lutakast millum tey, sum høvdu latið uppgávur inn. Harafturat fingu øll tilfar til yatsy og eina vinarliga áheitan um at spæla yatsy í páskafrítíðini, tí tað er jú eisini at rokna.