18.08.2021

Ein fittur dreingjaflokkur

Í dag var ein serligur dagur í Kollafjarðar skúla. 13 dreingir byrjaðu í 1. flokki og eingin genta er í flokkinum. Jón skúlastjórin sigur, at hann hevur hoyrt, at hetta er komið fyri eina ferð fyrr í bygdini, og tað var fyri meira enn 40 árum síðani, tá bara tveir dreingir byrjaðu í fyrsta flokki.

Flokslærari er Arnar Dam og afturat honum, verða eisini Tummas Olsen og Sóleyð Staksberg nógv inni í flokkinum.

Vit ynskja dreingjunum hjartaliga vælkomnum í skúla.