15.12.2021

Jólahugni

Í morgun hava børnini havt ymiskar framførslur. Á skránni var sjónleikur, sangur, dansur, jólaevangeliið og 10 ljós. Hetta var ein løta við bæði gaman og álvara. Børnini vóru ófør at framføra og áskoðararnir fingu rós fyri sín leiklut í at gera løtuna sera góða.