06.05.2022

Ruddingardagur 2022

Í dag var árligi ruddingardagurin. Myndirnar vísa glað og hugagóð børn, sum rudda. Tá tey vóru liðug, fingu tey sunkist og frukt. Tað er altíð nógv rusk at taka upp, men tað var gleðiligt at síggja, at tað mangan hevur verið nógv meira rusk at tikið upp, enn tað var í dag. Vit funnu alt frá siggarettstubbum til silvur.