16.11.2022

Føroyskt hjá 3. flokki

Ein deiligur dagur í føroyskum í 3. flokki

Av og á eru dagar, tá alt gongur upp í eina hægri eind – ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri tey, tú ert saman við. Í dag var ein av teimum døgunum.

Á skránni í føroyskum var fyrisøgn og frílesing. Okkara fyrisøgn var ikki ein heilt vanlig fyrisøgn – ikki tí, næmingarnir høvdu fingið fyri at lesa væl upp á akkurát sum vanligt. Og tað má sigast, at væl varð lisið heima. Men aftur til fyrisøgnina – okkara fyrisøgn var ein rennifyrisøgn.

Og hvat er so ein rennifyrisøgn? Jú, næmingarnir fáa eina fyrisøgn, sum passar til hvønn einkultan – ikki øll høvdu somu orð, ella líka langan tekst. Øll fingu ein tekst, sum passaði akkurát til teirra lesi- ella skrivistøði. Ein rennifyrisøgn má skrivast, har pláss er at renna. Vit fóru í fimleikarahøllina. Næmingarnir stillaðu upp í eina langa rekkju saman við skriviheftinum og blýanti og viskileðri og yvirav teimum hinumegin høllina lógu fyrisagnirnar. Næmingarnir skuldu so renna yvir til fyrisøgnina, lesa eitt ella fleiri orð og minnast tað og skriva í heftið. Soleiðis varð runnið aftur og fram, til liðugt var at skriva. Um tit hyggja eftir myndunum, so sæst at øll arbeiddu sera væl. Glað og arbeiðssom børn.

Eftir at hava runnið aftur og fram nakrar ferðir, lósu vit í lesisáttmálanum, tað er frílesing, eina løtu á bókasavninum. Vit endaðu tíman við at spæla eina serliga útgávu av stikkbólti: Tá onkur doyr, so ber til at blíva livandi um tú fert upp í rimarnar 5 ferðir.

Eitt er at lærarin er nøgdur við tíman ella undirvísingina, men tá fleiri næmingar enda tíman við at siga, at tey høvdu ynskt, at vit høvdu fleiri tímar av hesum slagnum, ja, so má sigast, at málið er rokkið so væl og virðiliga. Og ikki verður hetta síðstu ferð, vit hava rennifyrisøgn.

Eg elski at vera lærari