21.11.2022

Minningarorð um Gert Dánjalsson í Húsinum

Leygarmorgunin bórust syndarligu boðini, at Gert í Húsinum hevði latið lív í bilvanlukku bert 18 ára gamal.

Gert var næmingur í skúlanum øll níggju árini, hann gekk í fólkaskúla, og vit eru sera takksom fyri tíðina, vit høvdu hann sum næming hjá okkum. Hann byrjaði í skúlanum í 2011 og fekk fólkaskúlaprógvið í 2020.

Gert var ein sera aktivur drongur og unglingi, og ikki minst vitandi og fittur. Hann var eyðkendur við sínum vakra reyða hári, lætta lyndi og altíð blíða andlitsbráði. Hann var sera fyrikomandi og hjálpsamur og hevði tann góða eginleika, at øll, ið hann kendi, fingu eina heilsan og hetta so sera vakra smílið frá honum, tá ið tey møttu honum. Tað var so sera skjótt, at tú bleivst góður við Gert.

Ítróttafólk hevur Gert altíð verið og hevði eisini sera góð evni innan fleiri ítróttargreinir. Serliga hondbólturin hevur altíð fylt nógv hjá honum, og hann var longu nú júst blivin 18 ár ein av føstu leikarunum á besta mansliðnum hjá KÍF.

Gert var familjukærur sum fáur, og stóðu foreldur, systkin omma og abbar honum sera nær. Mamman og systkini hava sína dagligu gongd í skúlanum og hjá teimum eins og hjá restini av familjuni er tilveran nú púra broytt. Sorg og saknur fyllir alt nú og fer óivað altíð at vera natúrligur partur í familjuni. Okkara tankar eru hjá tykkum.

Í skúlanum fara vit at sakna at síggja og fylgja Gert, men samstundis gleðast vit um tíðina, vit fingu saman við honum.

Ærað veri minnið um okkara fyrrverandi næming Gert Dánjalsson í Húsinum