01.12.2022

1. desembur í Grunddeild

Tað var sum at pakka ein góðan pakka upp í morgun, tá vit í grunddeildini møttu til arbeiðis, uttanfyri hurðarnar stóðu spent og stolt børn. Tá hurðarnar inn í floksstovurnar vóru latnar upp, varð latið upp til eitt vakurt jólaævintýr. Littar perur, og ymiskt vakurt, heimagjørt jólapynt. Børnini gleddu seg at vísa okkum stovurnar, sum tey, saman við foreldrum høvdu pyntað kvøldið fyri. Í triðja flokki settu vit okkum eina løtu í stilli og bara nýttu vakurleikan, áðrenn fyrsta jólasøgan varð lisin upp. Hetta var so hugnaligt. Eg haldi, at teirra eygu glógvaðu um kapp við ljósini í vindeyganum. Av hjarta takk til bæði foreldur og børn fyri flottu stovurnar - og ikki minst dýrabaru løtuna, tá hurðin varð latin upp kl 8.00