14.12.2022

10 ljós á sambýlinum

Herfyri ringdu tvær blíðar nissur til Kollafjarðar skúla og spurdu, um vit ikki áttu nøkur fitt børn, sum dugdu at skapa gleði og hugna fyri teimum eldru í eldrasambýlinum í Kollafirði. 13. desembur var dagurin, vit skuldu ganga 10 ljós í eldrasambýlinum. At hesin dagurin samstundis eisini var Luciadagur, gjørdi tað ikki verri. Vit hava vant nakað og næmingarnir vóru sera fittir - ja, nærum sum einglar. At tey eldru gleddust um sang og framførslu var einki at ivast í - fleiri murraðu við, tá vit sungu sangin til 10 ljós og vakurt var tað. Aftaná 10 ljós, sungu vit sangin um kavamannin, sum stóð í havanum og sum tíverri spakuliga tiðnaði. Aftaná framførsluna sungu vit saman - næmingar, lærarar, starvsfólk og tey gomlu. Vit hildu tað ljóðaði sera væl. Vit fingu sunkist afturvið matpakkanum, sum vit ótu í hugnaligu, pyntaðu stovuni í eldrasambýlinum. Á veg út fingu vit ein slikkipinn frá nissunum - tað var gott at ganga uppá allan vegin heim aftur í skúlan. 2,8 km