14.12.2022

Grunddeildin arbeiðir í verkstøðum

Desembur, hugni og børn. Tað hoyrir saman. Vit eru fleiri, sum gleða okkum til dagarnar í desembur og vit telja niður til alt møguligt í desembur. Vit telja niður til feriu, telja niður til jólaaftan og so telja vit niður til jólaverkstaðirnir :) At niðurleggja vanliga undirvísing er gott, í øllum førum av og á. At skapa, at brúka hendurnar og at arbeiða saman tvørtum um floksstigini er altíð gott. At sleppa í køkin í grunddeildini er nakað serligt - og tað skapar altíð gleði. Men hini jólaverkstøðini eru ikki heilt fyri ongum. Spenningurin í einum bingospæli kann vera øgiligur - serliga, tá tú bert manglar eitt tal. Visti tú at tað ber til at gera kavamenn burtur úr sokkum? Tað góða við teimum er, at teir slett ikki tiðna, sjálvt um teir standa inni. Tað er so gott at sleppa at práta og skapa og hugsavna seg um okkurt, sum øll megna. Tað er næstan sum at hava feriu í skúlanum. Vit lærarar hava glett okkum til hesar dagarnar, og eg veit at næmingarnir gleða seg til dagin í morgin, tá øll sleppa til tey verkstøðini, sum tey ikki sluppu til í dag.